- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur ongar ætlanir um at taka politisk stig, sum skulu lækka ferðaseðlaprísin loftvegis. Hann bíðar eftir, at Atlantsflog fær kapping
Stríðið hjá pedagogunum er eisini stríðið hjá hinum fakfeløgunum í Føroyum, sigur Føroya Arbeiðarafelag
Treystitalið er lækkað, og tað er tekin um, at tænastuvinnurnar hava verið ov bjartskygdar, sigur Fíggjarmálaráðið
Íslendska greiningarfyritøkan væntar, at sølan hjá Bakkafrosti í 2011 verður 1,3 mia. kr. Fyritøkan hevur lægri rakstrarkostnað enn kappinarneytarnir, og tolir tí væl prísfall á laksi
12 fakfeløg hava lýst samhugaverkfall í 24 tímar. Verða teir 1900 pedagogarnir, sum eru í verkfalli, íroknaðir, verða tilsamans umleið 5.000 fólk á almenna arbeiðsmarknaðinum við hús í morgin
Undantøk eru givin á Landssjúkrahúsinum og stovnum, har limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag gera fólki mat
Syng mín Sál 2 var mest selda føroyska fløga í fjør, vísir ein uppgerð hjá Gramex Grunninum. Síggj topp 10-listan her.
Gongst, sum Fótbóltssamband Føroya vil, skal ikki longur bera til hjá fótbóltsfeløgum at skylda leikarum lønir.
Arbeiðsloysið í USA, sum hevur minkað støðugt seinastu mánaðirnar, heldur fram við at minka í ár, vísa nýggjastu útlitini.