- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindi & Aktuelt
Málið um pápafarloyvi hjá Kára á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmanni, kemur nú fyri landsrættin. Føroya rættur frídømdi løgtingið
Sildasamráðingar eru í London í hesum døgum. Jacob vestergaard, landsstýrismaður sigur, at ein ætlan er løgd fyri samráðingarnar
Fíggjarnevndin er farin at viðgera fíggjarlógaruppskotið. Nevndarlimirnir hava fingið hvørt sítt øki at viðgera
Røktarheimið í Vestmanna skuldi lata upp 1. mai, men nú verður tað 1. november. Kommunan hevur afturhildið 1,2 mió. kr. til byggifelagið
P.f. Vinnan í Gøtu fekk viðhald í Føroya rætti, og Taks er dømt at gjalda peningin aftur við rentu. Taks hevur skotið dómin fyri landsrættin
Vegurin verður gjørdur í tveimum pørtum. 10 milliónir verða settar av næsta ár
Róðrið, sum hvarv, er funnið aftur, men onnur skrúvan og róðurstamman verða send til Danmarkar til umvælingar
Bert eina ferð áður hevur innflutningurin í hesum bólkinum verið oman fyri milliardina
Eitt skammlop í el-motorinum til bógskrúvuna ger, at skipið fer ikki í sigling mánadagin sum ætlað. Annars er alt hitt arbeiðið liðugt
Skipara- og Navigatørfelagið og Lærarafelagið hava gjørt viðmerkingar til uppskotið frá landsstýrismanninum í heilsumálum