Tíðindi & Aktuelt

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sær fyribils ongan trupulleika í, at 78 milliónur krónur í avreiðingargjaldi nú hanga í einum klønum tráð.

Alifyritøkan Marine Harvest noyðist at sleppa ætlanunum um at víðka sítt virksemi í Føroyum, um uppskotið um broyting í alilógini verður samtykt.

Tað løgmaður sigur um tær 78 milliónirnar sum ikki koma í landskassan er ikki í tráð við tað hann hevur sagt áður, sigur andstøðuleiðari.

Danir vístu í sjeytiárunum fleiri CIA-njósnarum av landinum í loyndum, tí teir njósnaðust móti Norðurkoreansku sendistovuni í Keypmannahavn.

Grønland hevur í ár royndarveiðu eftir makreli, og umhugsar at krevja rættindi sum strandaland.

Ein 24 ára gamal russiskur fiskimaður varð í gjár sendur 13 dagar í varðhaldið í Mjørkadali fyri at hava givið einum føroyingi nevan frammaná.

Ein skotskur trolari sakk í nátt, men manningin bleiv bjargað, og er nú á veg til lands.

Næstan fjórði hvør fiskidagur var eftir, tá tríggjar vikur vóru eftir av hesum fiskiárinum.

Tey stóru og effektivu skipini fáa meira, vísir tað seg, at ov nógvur makrelur er eftir, tá vertíðin fer at styttast, sigur landsstýrismaðurin..

Í morgin fer Teistin á beding í Havn, og har verður hann í tíggju vikur, til 22.oktober.

Síður