Við Tórði á túri

Við Tórði á túri eftir grásúlu í Mykineshólmi(2:2)
14-09-2020
Veiðan hesaferð royndist nógv betur enn væntað. Vit hoyra um arbeiðið í berginum og tá komið verður heim í Mykinesbygd

Í lýsingini koma pannukøkukonurnar út í Hólm við pannukøkum og heitum kaffi og te og tað kemur væl við hjá manningini har úti. Samstundis fara menninir niður aftur á røkurnar eftir súluni, sum er dripin um náttina. Tær skulu blakast á sjógv, so báturin kann taka tær upp.

– Fyri meg hevur hesin dagurin altíð verið størsti hátíðardagur í Mykinesi, sigur 83 ára gamli Oskar Joensen, sum í mong ár stóð á odda fyri súluveiðuni. Hann fegnast um at síggja nógv ungfólk vera við á súluveiðu.

Útvarpsverturin sleppur eisini niður á rókina at blaka súlu á sjógv og at uppliva bjargalívið.

Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, heldur, at eftir talinum á súlustovninum verður tikið í meira lagi av grásúlu. Kortini er súlan í menning. Hann heldur at súla kemur eisini aðra staðni frá, til dømis úr Skotlandi, har størsta súlubøli í heiminum er.

Um middagsleitið kemur seksæringurin Hjalti á lendingina í Mykinesi við veiðuni, og har verður grásúlan býtt og síðani fara øll at hagreiða. Útvarpsverturin slapp at smakka steikta súlu og hon smakkaði sera væl.

Fólkini, ið eru við í hesari seinnu sendingini úr Mykineshólmi, eru hesi: Finn Hansen, Anna Gaardlykke, Jensia Gaardlykke, Ingi Jørleif Ole-Jacobsen, Marit Johansdóttir Magnussen, Hans Michael Johannesen, Esbern í Eyðansstovu, Oskar Joensen, Jórun Elisdóttir Wang, Poul Andrias Ziska, Hilmar Joensen, Jóhannis Danielsen, Elias Næs, Vivi Wang, Óli Niclasen og Laila Jacobsen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022
Bæði tíðliga og seint er nógv lív í úti í Havnardali, har fólk í tveimum felagsskapum hava tilsamans omanfyri 200 ross, ið skulu røktast og venjast. Ikki minst leygarmorgun
05-12-2022
Viðingurin Magnus Fuglø gjørdi dreymin til veruleika og bleiv seyðabóndi í Suðurgrønlandi og bleiv ein av teimum størstu. Sonurin Jacob Fuglø og onnur greiða frá
28-11-2022
Býlingurin í Hornabø er ein tætt vaksin býlingur omanfyri vestara havnarlag í Havn. Býlingurin hevur fingið navn eftir bóndagarðinum, Hornagarði
21-11-2022
Í Verkhúsinum Stíggi á Høgabóli er fjølbroytt virksemi, serliga tá tey gera lutir til stóru jólasøluna síðst í november. Tey sum vit hitta í sendingini eru glað fyri arbeiðið
14-11-2022
Bygdirnar norðanfyri fjall fara at vaksa, tí byggilendið í Klaksvík er so avmarkað, sigur árnfirðingur. Í dag vitja vit í nýggju tunlunum, ið nú fara at bresta fyri nev
07-11-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum
24-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
17-10-2022