Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Skúvoy (1:2)
05-10-2020
Skúvoy er ein av bygdunum, ið eiga týðandi lut í Føroyinga søgu. Handilin er miðdepilin í bygdini og har verða dagligu evnini viðgjørd

Skúvoy er umleið 12 ferkilometrar til støddar og bygdin hevur sama navn sum oyggin. Skiparin á strandfarabátinum Sildberanum, Richard Hentze, sigur, at atløgubryggjan í Skúvoy man vera tann ringasta í Føroyum.  

 

Í handlinum hjá Meinhardi verða dagsins evni umrødd. Ofta eru tað evni, sum hava verið í tíðindunum í Útvarpinum, sigur Meinhard Hentze. Ein av teimum, sum eru í handlinum í dag. er Thomas J. Thomsen. Hann hevur verið nógv burtur í seinastuni, tí hann hevur verið sjúkur.

 

Seinnapartin av sumrinum í ár var nógvur lundi í Skúvoy. Og verður líka nógvur lundi aftur næsta ár, heldur Harry Jensen, at fólk eiga at fáa møguleikan at taka sær nakrar lundar aftur. Kortini ikki óavmarkað, men at øll kunnu fáa eitt sindur. Fyri eini 15 árum síðani góvust skúvoyingar at veiða lunda, tí eingin lundi var og á grannastevnu fyri eini fimm árum síðani varð viðtikið, at loyvt var ikki at veiða lunda. Nú er so støðan broytt, heldur Harry.

 

Inga Tórarenni hevur verið á seiðabergi og fingið nógvan og góðan seið. Nú ger hon seiðaknettir við nógvari tálg og fær 40 stórar frikadellir burtur úr. Hon ætlar sær aftur á seiðaberg í morgin. "Hetta er døgurði sum man fær fyri einki", sigur hon væl nøgd. Inga keðir seg ikki eina løtu. Hon hevur seyð og onnur kríatúr og dagliga gongur hon langar túrar í náttúruni og hon tekur nógvar myndir. "Fólk eru sera glað fyri mínar náttúrumyndir úr oynni", sigur Inga Tórarenni.

 

Meinhard Hentze greiðir frá gamla kirkjugarðinum úti í Ólansgarði, har fyrsta búsetingin í Skúvoy var og Sigmundur bygdi eina kirkju. Sigmundur er eisini grivin í Ólansgarði og her stendur gravsteinur sum minni um hann. Meinhard greiðir eisini frá einum havnarmanni í Skúvoy, sum framdi eitt bragd, og frá einari konu, sum varð løgd undir at duga gand.

 

Ein av ungu monnunum í Skúvoy er John Joensen, sum býr í Leirvík og arbeiðir á Høvdavirkinum. Hvørja ferð møguleikin er, kemur hann út í oynna og nú ger hann klárt at fletta. John er 34 ára gamal og hann saknar tey ungu á sínum aldri. Tá hann gekk í skúla í Skúvoy, vóru tey 14 skúlabørn. Nú er einki skúlabarn.

 

Í skýmingini fara Harry Jensen og útvarpsverturin til gongu út í Berg at taka líra, sum er ungin hjá skrápi. Lírin kemur úr holuni tá tað er myrkt og við lummalykt er lætt at fáa fatur á honum. Veiðan eftir líra var blivin so nógv, at skúvoyingar gjørdu av at seta kvotu á. Nú er kvotan 100 lírar fyri hvørt húsarhald og tað eru fólk nøgd við, heldur Harry Jensen. Líri er væl dámdur matur og fyri fólk kring landið er hann sera forkunnugur, tí nógv mest er av honum í Skúvoy og so eitt sindur í nøkrum øðrum plássum.

 

Í hesum fyrra partinum av túrinum í Skúvoy eru hesi fólkini: Richard Hentze, Meinhard Hentze, Thomas J. Thomsen, Harry Jensen, Inga Tórarenni og John Joensen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022
Bæði tíðliga og seint er nógv lív í úti í Havnardali, har fólk í tveimum felagsskapum hava tilsamans omanfyri 200 ross, ið skulu røktast og venjast. Ikki minst leygarmorgun
05-12-2022
Viðingurin Magnus Fuglø gjørdi dreymin til veruleika og bleiv seyðabóndi í Suðurgrønlandi og bleiv ein av teimum størstu. Sonurin Jacob Fuglø og onnur greiða frá
28-11-2022
Býlingurin í Hornabø er ein tætt vaksin býlingur omanfyri vestara havnarlag í Havn. Býlingurin hevur fingið navn eftir bóndagarðinum, Hornagarði
21-11-2022
Í Verkhúsinum Stíggi á Høgabóli er fjølbroytt virksemi, serliga tá tey gera lutir til stóru jólasøluna síðst í november. Tey sum vit hitta í sendingini eru glað fyri arbeiðið
14-11-2022
Bygdirnar norðanfyri fjall fara at vaksa, tí byggilendið í Klaksvík er so avmarkað, sigur árnfirðingur. Í dag vitja vit í nýggju tunlunum, ið nú fara at bresta fyri nev
07-11-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum
24-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
17-10-2022
Í seinna parti vitja vit í Hebron, har patriarkarnir og matriarkarnir liggja grivin, á Betlehems fløtum og á Masada, har ein ógvislig hending fór fram fyri 2000 árum síðani
10-10-2022
Tórður Mikkelsen hevur hesaferð verið spennandi ferð í Ísrael saman við einum kvinnuligum lesiringi, ið hevur lisið bøkur um fimm kvinnur í Bíbliuni. Menn sluppu eisini við
03-10-2022