Við Tórði á túri

Víð Tórði á túri í Pershúsi í Norðragøtu
16-11-2020
Eitt av húsunum í elsta býlinginum í Norðragøtu er Pershús, har 13 børn vóru í húsinum. Vit hoyra um lívið í Pershúsi og í býlinginum sum heild

90 ára gamli Suni F. Jacobsen og systirin Lea Juul vitja aftur í barnaheiminum Pershúsi í gamla býlinginum í Norðragøtu. Her vuksu 13 børn upp saman við foreldrunum og einari ommusystir.

 

Suni, sum býr í Havn, sigur, at fólk úr Norðragøtu hava verið noydd at livað við, at tann søguligi Tróndur í Gøtu hevur verið hataður. Tað hava tey hoyrt nógv fyri. Men nú er broytt og hann er vorðin berømtur og øll vilja eiga lut í honum, sigur Suni. Hann greiðir eisini frá gomlum beinum, sum vórðu funnin í kjallaranum í Pershúsi, men sum blivu burtur tá tey fóru uttanlands at verða kannað. Bein úr grannahúsunum, Jákupsstovu, vísa, at tey røkka heilt aftur til umleið ár 600.

 

Systirin Lea Juul, sum er 84 ára gomul og býr í Søldarfirði, greiðir frá hvussu tað var at veksa upp í gamla býlinginum og hvat tey spældu. Børnini spældu ymisk spøl úti  og tey keddu seg ikki eina løtu, sigur hon. Nógv børn vóru eisini í grannahúsunum og dreingir og gentur spældu saman.

 

Óli Jacobsen, sum eisini er uppvaksin í grannalagnum, hevur stóran áhuga fyri lívinum í hesum gamla býlingi og hann veit frá nógvum søgum at siga. M.a. tá meslingar gjørdu um seg og fólk doyðu. Tá var eingin Almannastova og Óli lýsir hvussu væl fólk tóku sær av hvørjum øðrum.

 

Sólfríð Heinesen hevur saman við manninum Ingolfi keypt Pershús, sum eisini er ættarhús hjá Ingolfi. Sólfríð hevur gjørt nógv burtur úr at halda húsini í upprunaligum standi, umframt at hon hevur sett sín egna dám á. M.a. hanga fleiri gamlar Kristus-myndir og gomul skriftstøð runt í húsunum.

 

82 ára gamli Magnus Heinason hevur ringt í Gøtu kirkju síðani hann var 12 ára gamal og ger tað partvís framvegis. Í fyrstuni hjálpti hann pápanum, sum eisini var organistur. Nú er nýggj kirkja komin við Gøtugjógv og gamla Gøtu kirkja, sum er beint við síðuna av Pershúsi, er friðað og verður brúkt til serlig høvi.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022
Bæði tíðliga og seint er nógv lív í úti í Havnardali, har fólk í tveimum felagsskapum hava tilsamans omanfyri 200 ross, ið skulu røktast og venjast. Ikki minst leygarmorgun
05-12-2022
Viðingurin Magnus Fuglø gjørdi dreymin til veruleika og bleiv seyðabóndi í Suðurgrønlandi og bleiv ein av teimum størstu. Sonurin Jacob Fuglø og onnur greiða frá
28-11-2022
Býlingurin í Hornabø er ein tætt vaksin býlingur omanfyri vestara havnarlag í Havn. Býlingurin hevur fingið navn eftir bóndagarðinum, Hornagarði
21-11-2022
Í Verkhúsinum Stíggi á Høgabóli er fjølbroytt virksemi, serliga tá tey gera lutir til stóru jólasøluna síðst í november. Tey sum vit hitta í sendingini eru glað fyri arbeiðið
14-11-2022
Bygdirnar norðanfyri fjall fara at vaksa, tí byggilendið í Klaksvík er so avmarkað, sigur árnfirðingur. Í dag vitja vit í nýggju tunlunum, ið nú fara at bresta fyri nev
07-11-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum
24-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
17-10-2022
Í seinna parti vitja vit í Hebron, har patriarkarnir og matriarkarnir liggja grivin, á Betlehems fløtum og á Masada, har ein ógvislig hending fór fram fyri 2000 árum síðani
10-10-2022