- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
90 ára gamli Suni F. Jacobsen og systirin Lea Juul vitja aftur í barnaheiminum Pershúsi í gamla býlinginum í Norðragøtu. Her vuksu 13 børn upp saman við foreldrunum og einari ommusystir.
Suni, sum býr í Havn, sigur, at fólk úr Norðragøtu hava verið noydd at livað við, at tann søguligi Tróndur í Gøtu hevur verið hataður. Tað hava tey hoyrt nógv fyri. Men nú er broytt og hann er vorðin berømtur og øll vilja eiga lut í honum, sigur Suni. Hann greiðir eisini frá gomlum beinum, sum vórðu funnin í kjallaranum í Pershúsi, men sum blivu burtur tá tey fóru uttanlands at verða kannað. Bein úr grannahúsunum, Jákupsstovu, vísa, at tey røkka heilt aftur til umleið ár 600.
Systirin Lea Juul, sum er 84 ára gomul og býr í Søldarfirði, greiðir frá hvussu tað var at veksa upp í gamla býlinginum og hvat tey spældu. Børnini spældu ymisk spøl úti og tey keddu seg ikki eina løtu, sigur hon. Nógv børn vóru eisini í grannahúsunum og dreingir og gentur spældu saman.
Óli Jacobsen, sum eisini er uppvaksin í grannalagnum, hevur stóran áhuga fyri lívinum í hesum gamla býlingi og hann veit frá nógvum søgum at siga. M.a. tá meslingar gjørdu um seg og fólk doyðu. Tá var eingin Almannastova og Óli lýsir hvussu væl fólk tóku sær av hvørjum øðrum.
Sólfríð Heinesen hevur saman við manninum Ingolfi keypt Pershús, sum eisini er ættarhús hjá Ingolfi. Sólfríð hevur gjørt nógv burtur úr at halda húsini í upprunaligum standi, umframt at hon hevur sett sín egna dám á. M.a. hanga fleiri gamlar Kristus-myndir og gomul skriftstøð runt í húsunum.
82 ára gamli Magnus Heinason hevur ringt í Gøtu kirkju síðani hann var 12 ára gamal og ger tað partvís framvegis. Í fyrstuni hjálpti hann pápanum, sum eisini var organistur. Nú er nýggj kirkja komin við Gøtugjógv og gamla Gøtu kirkja, sum er beint við síðuna av Pershúsi, er friðað og verður brúkt til serlig høvi.