Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tróndargøtu í Havn
07-03-2022
Tróndargøta er í hjartanum í høvuðsstaðnum. Serliga tann niðasti og elsti parturin er hugnaligur, tí har er eingin gjøgnumkoyring og fólk ganga mitt eftir gøtuni

Húsini í Tróndargøtu standa øll eftir einari linju báðumegin gøtuna. Hóast gøtan er í hjartanum í Havn, er friðaligt har, serliga í tí niðasta partinum. Har er vegurin smalur og eingin gjøgnumkoyring. Tá tú stendur niðast og hyggur niðaneftir gøtuni, trónar katólska kirkjan ovast og tað sær út sum gøtan endar har, sjálvt um Varðagøta fer niðaneftir framvið gomlu kirkju.

 

Viggo Christiansen vaks upp í Tróndargøtu, og í sendingini greiðir hann frá ymiskum viðurskiftum í Tróndargøtu. Hann keypti eini gomul hús frá abbanum, Johan Poulsen, og tók tey niður, tí tey vóru sera vánalig. Nýggj hús vórðu síðani bygd á stykkið og familjan flutti inn í 1982. Her er sera gott at búgva, sigur Viggo Christiansen.

 

Barbara Árnadóttir Jakobsen trívist avbera væl í hjartanum í Havn. Hon sigur, at her er veðurgott og eisini friðaligt, hóast tað er mitt í býnum. Tá stórar konsertir eru niðri á Vaglinum og í Vágsbotni, kann hon bara lata vindeygað upp og so er hon við á konsert.

 

Vit vitja eisini í Fótbúna, sum síðani 1955 hevur verið á horninum Tróndargøtu og Sverrisgøtu. Hjúnini Súsan og Bjarni Joensen eru triðja ættarlið, sum rekur skógvahandilin. Og millum skógvarnar á aðru hædd vísir Bjarni okkum hvar hann varð føddur, á stovuborðinum hjá ommuni. Súsan sigur, at koronasmittan hevur ávirkað skógvaídnaðin, tí mótarnir skifta ikki so ofta sum vanligt hevur verið.

 

Lív Jacobsen hevur nógv góð minnir frá Køkubúðini, sum var ein miðstøð í Havn, á horninum Tróndargøtu og Niels Winthersgøtu. Annefía og Andrias Jacobsen, foreldrini hjá Lív, róku Køkubúðina, og øll kendu navnið Andrias í Køkubúðini. Lív minnist hvussu væl mamman og pápin arbeiddu saman. Pápin var tann framfýsni og tók skjótar avgerðir, og mamman var tann stilla, sum gjørdi uppgávurnar aftanfyri.

 

Bygningurin hjá Køkubúðini verður leigaður út til ymisk endamál. M.a. eru tvær kristiligar útvarpsstøðir har, Sjey og Radio.fo. Tór Arni Samuelsen á útvarpsstøðini Sjey sigur, at endamálið er at bera føroyingum tann góða boðskapin.

 

Í Tróndargøtu 18 hevur leirvíkingurin Sverri Heinesen búð síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Hóast hann hevur gjørt nógv við húsini, hevur Sverri lagt stóran dent á at tey skulu vera óbroytt frá upprunaligu útsjóndini. Sverri sigur, at trappan út á vegin fer ongan veg, tí hon avmarkar nógv ferðina hjá bilum, sum koma oman í henda partin av Tróndargøtu. Hesi ráðini fekk hann frá Gunnari Hoydal, sála, sum tá var býarverkfrøðingur. Eini góð ráð, heldur Sverri.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023