Við Tórði á túri

Størsta broytingin er alt lívið
12-09-2022
4. august fylti Betta Eið í Nesi í Hvalba 100 ár, og stórur føðingardagur var í Royhøllini. Her er samrøða við Bettu, sum framvegis er røsk at siga frá

4. august var Roynhøllin í Hvalba fullsett, tá Betta Eið bjóðaði til 100 ára føðingardag. Føðingardagsbarnið bjóðaði sjálv í mikrofonina øllum at vera hjartaliga vælkomin.


Í 1947 giftist Betta við Frits Eið úr Porkeri, og tey settu búgv í Nesi í Hvalba. Tey fingu trý børn. Marjun býr í Danmark, Martin í Nesi í Hvalba og Jórun á Hellunum. Familjan hevur stóran týdning fyri Bettu og hon er nú eisini olduromma. Frits doyði í 1985 eftir herviliga sjúku.


Foreldrini hjá Bettu Eið vóru Julianna og Martin Næs í Nesi í Hvalba. Betta er næstelst av níggju systkjum - fýra beiggjar og fimm systrar. Tey eru fimm á lívi framvegis og øll búgva í Hvalba. 


Á kamarinum í sambýlinum á Óðalsbrekku í Hvalba hitta vit Bettu kvøldið fyri hundrað ára dagin. Hon greiðir frá, at í barnaheiminum í Nesi vóru telefonstøðin og sjúkrakassin. Harafturat var krambúðin í kjallaranum, og pápin átti saman við øðrum motorbát og hann stóð eisini fyri fiskaarbeiðnum í Nesi.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022
Bæði tíðliga og seint er nógv lív í úti í Havnardali, har fólk í tveimum felagsskapum hava tilsamans omanfyri 200 ross, ið skulu røktast og venjast. Ikki minst leygarmorgun
05-12-2022
Viðingurin Magnus Fuglø gjørdi dreymin til veruleika og bleiv seyðabóndi í Suðurgrønlandi og bleiv ein av teimum størstu. Sonurin Jacob Fuglø og onnur greiða frá
28-11-2022
Býlingurin í Hornabø er ein tætt vaksin býlingur omanfyri vestara havnarlag í Havn. Býlingurin hevur fingið navn eftir bóndagarðinum, Hornagarði
21-11-2022
Í Verkhúsinum Stíggi á Høgabóli er fjølbroytt virksemi, serliga tá tey gera lutir til stóru jólasøluna síðst í november. Tey sum vit hitta í sendingini eru glað fyri arbeiðið
14-11-2022
Bygdirnar norðanfyri fjall fara at vaksa, tí byggilendið í Klaksvík er so avmarkað, sigur árnfirðingur. Í dag vitja vit í nýggju tunlunum, ið nú fara at bresta fyri nev
07-11-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum
24-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
17-10-2022