Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Eydnufestivali
14-10-2024
Annað árið á rað skipaði Verkhúsið Stíggjur í Saltangará fyri Eydnufestivali í Løkshøll. Fyrireikararnir siga sjálvir, at hetta er stuttligasti festivalur í landinum

Tey á Eydnufestivalinum eru øll væl nøgd við tiltakið, sum Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipar fyri.


Tey, sum vit hitta í sendingini, eru: Atli Petersen, Hildur Joensen, Petur Hans Hansen, Vivian Midjord, Finnbogi Berg, Sjúrður Húsgarð, Eli Olsen, Tove Hjørleifsdóttir, Unn Mortensen, Anita Dani...

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógv
Í Føroyahúsinum í Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn er altíð okkurt á skránni og fyri ymiskar aldursbólkar. Og har er semja um, at brúk er fyri einum Føroyahúsi har
09-06-2025
77 ára gamli Sámal Bláhamar hevur verið eldsál í føroyskari ferðavinnu síðani hann var ungur maður, og brennur framvegis fyri at vísa útlendingum okkara land
02-06-2025
Vápnaflutningurin var ein sera vandamikil sigling. Vórðu vit tiknir, eri eg vísir í at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen, slættanesmaður sum býr í Sandavági
26-05-2025
Fyri tey sum hava seyð er hetta ein spennandi tið av árinum. Vit eru túr saman við Jón Nónklett, bónda í Lamba, og hyggja at lembingini á Eystursíðuni út móti Mjóvanesi
19-05-2025
Skálabúðin, sum var av elstu klædnahandlum í Havn, var ein familjufyritøka. Men tá eingin var at taka við, hildu tey uppat fyri átta árum síðani
12-05-2025
Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba hevur m.a. siglt sum verksmiðjuleiðari við norskum trolara, og tey vóru í nánd tá kjarnorkudrivni kavbáturin Kursk sakk og 118 mans doyðu
05-05-2025
Kendi lokali blaðstjórin í Klaksvík, Oliver Joensen, hevur verið eldsálin í nógvum verkætlanum og hann er framvegis virkin
28-04-2025
Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum býr í Fámjin, hevur nógv áhugamál. Ikki minst at ferðast og læra fremmandar mentanir at kenna
14-04-2025
Seinast í hesum mánaðinum hevur Meinhard Hentze havt handil í Skúgvi í samfull 50 ár. Tá gevst hann og snarar lykilin um, og so er eingin handil í Skúgvi
07-04-2025
Jørleif Kúrberg fortaldi nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini í Tórshavnar Kvøldskúla. Hesaferð hevði hann systkinabarnið Kem Poulsen við
31-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini og honum dámdi sera væl at siga frá. Í hesum partinum hoyra vit Jørleif og Rasmus Rasmussen siga frá
24-03-2025
Jørleif Kúrberg var ótømandi fyri stuttligar søgur úr gomlu Havnini. Á søgukvøldum hjá Tórshavnar Kvøldskúla fyri nøkrum árum síðani kom hann við nógvum stuttligum søgum
17-03-2025