- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna byrjaði sum ein traditionellur fiskivinnuskúli, men nú er hann ein studentaskúli, ið bjóðar fram eina føroyska tilfeingisbreyt.
Tey fyrstu mongu árini var Fiskivinnuskúlin ein yrkisskúli, sum skuldi útbúgva starvsfólk á millumleiðarastigi til fiskavirkis- og alivinnuna. Upprunaliga navnið hjá skúlanum var "Føroya yrkisskúli fyri fiskaídnað og havbúnað."
Hetta hildu starvsfólkini vera alt ov tungt at siga, og tí nevndu tey hann sjálvi Fiskivinnuskúlan. Tað navnið hevur hann framvegis, hóast hann nú er vorðin ein studentaskúli í nýggju gymnasialu breytaskipanini. Starvsfólkini hava tí sett fram ynski um, at skúlin fær eitt meira hóskandi navn.
Fiskivinnuskúlin byrjaði Inni á Fjørð í Vestmanna í 1989, og eitt skifti húsaðist hann í fýra ymiskum sethúsum í Vestmanna. Í mars 2009 flutti skúlin inn í nýggjan og stásiligan skúlabygning á havnarøkinum við gomlu ferjuleguna í Vestmanna. Eingin ivi er um, at hann er tann miðnámsskúlin í landinum, ið hevur bestu og rúmligastu umstøður.
Fleiri av næmingunum, vit hitta í sendingini, eru komnir á Fiskivinnuskúlan júst tí at hann hevur eina tilfeingisbreyt, og tí at hann er ein lítil skúli við einum flokki í hvørjum árgangi. Tilsamans ganga umleið 70 næmingar á Fiskivinnuskúlanum.
Í sendingini frá Fiskivinnuskúlanum hitta vit Jákup Andreasen, stjóra, Magnus Gaard, lærara í tilfeingisfrøði, og Kristinbjørg Høgnesen, lærara og lestrarvegleiðara.
Næmingarnir, vit hitta í sendingini, eru: Rúna Rodmundardóttir av Signabø, Natalia Justesen úr Klaksvík, Astrid í Garðastovu úr Vestmanna, Eli Joensen úr Kollafirði, Sámal Fríðriksson Bláhamar úr Havn, Ingibjørg Skarðhamar Rasmussen úr Vestmanna og Óluva Rosendahl Rasmussen av Strondum.