Nú eru vit aftur - Vinus og Vimús

Nú eru vit aftur - Vinus og Vimús

Tekst: 

Fríggjakvøldið 19.oktober klokkan 18.30 eru vit aftur at siggja í sjónvarpinum - Vinus og Vimús. Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur at lesa.

Vinus og Vimús eru vinir, hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini - ella næstan sama slag. Vinus veit eisini altíð ein góðan sang. Á hesum sinni eru átta sendingar, og í øllum sendingunum finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt. 

Mynd: