Høgni ger ljóð

Høgni ger ljóð

Tekst: 

Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina til jólakalendarin 2018 - Flytifuglar.

- Tað stuttligasta við at seta ljóð til ein jólakalendara man nokk vera, tá ið eg skuldi taka øll tey ljóðini upp, sum skuldu brúkast til søguna, t.d. øll tey ljóð, sum skulu brúkast til at liggja aftanfyri í ljóðmyndini, ella onkur av teimum rørslunum, sum man fer at hoyra í søguni. Tað vil siga, at eg fór út við einum ljóðupptakara og við nøkrum mikrofonum, og stillaði meg allastaðni har, sum søgan gongur fyri seg og tók tey ljóðini upp. So tá ið man fer at lurta eftir søguni og hoyrir, hvar vit eru í søguni, so burdi man eisini hoyrt at bakgrundsljóðið er akkurát sum at vera har.
Eitt annað sum var ordiliga stuttiligt, var at taka ljóðið upp av einum báti. Kann ikki siga ov nógv um hann, men eg hevði nógvar nervar og helt tað vera ordiliga stuttligt at taka hann upp, tí báturin var so lítil og rullaði illa. So eg mátti ansa væl eftir, at eg ikki koppaði bátin, og at eg ikki misti alla útgerðina, sum eg hevði við, beint í havið.
 

Tað eru nógvir mátar at gera eina senu spennandi. Allar fyrst má eg lesa, hvat tað veruligani er, sum hendir í senuni, og leggja ljóð eftir tí. Ikki bara tað sum stendur skrivað, men eisini alt tað, sum er óskrivað. Tá má eg brúka pippið, fyri at koma fram á tað rættað. Tað vil siga, at eg má sjálvur hugsa, hvat tað er sum hendir, við myndum í høvdinum, og royna at eftirlíkna tað við bara ljóði. Tá er senan ordiliga spennandi, brúki eg ofta tónleik til at lýsa støðuna, t.d. er tað onkur sum rennur undan onkrum, so brúki eg tónleik við eitt sindur skjótari rútmu. Er tað kanska onkur sum finnur út av onkrum, sum er loyniligt, so er tað kanska tónleikur, sum ikki hevur rútmu, men hevur nógvar skeivar og løgnar tónar. Og skal tað vera ooordiliga spennandi, so má man onkuntíð brúka tað, sum eg kalli fyri "HVAT!?!?" støður. Og tá kann øll søgan bara steðga upp eina løtu, har man einki hoyrir aftaná tað hevur verið nógv ljóð og hart ella okkurt líknandi. Tað er næstan sum um, at man skal halda ondini eina lítla løtu, og so fer man víðari.

 

Tað hevur verið ótrúliga stuttiligt, spennandi og strævið at arbeitt við hesari søgu. Søgan sjálv haldi eg, er góð og hon nemur við nógv evni, sum vit menniskju skulu hugsa meira um í gerandisdegnum, haldi eg. Hon er kanska ikki so jólalig, men tað ger einki, tí tað eru tað nógvar aðrar søgur, ið eru. Hendan gongur fyri seg um jóltíð, men tekur onnur evni upp, sum hava meira týdning enn bara jól og jólagávur.

Mynd: 
Frítekst tagging: