Ljóðupptøka á Fitjabeach

Á myndini síggja vit Høgna Fagraberg taka ljóð upp, sum er brúkt í 14. Parti. Fríða mátti bæði loypa í aldurnar og renna eftir sandinum í vátum skóm. Tí ljóðið av turrum skóm og vátum skóm, sum renna, ljóða ikki líka. Tað ljóðar eisini ymiskt, tá ið runnið verður á sandi og á asfalti. Sum tit síggja, so mátti Høgni renna aftaná, men uttan at hoyrast, men Elin hon stóð bara, og tók eina mynd