Framhaldssøga sunnumorgun

Anton mær dámar teg er framhaldssøgan í summar. Bókin er í átta pørtum og hon verður at hoyra sunnumorgnar kl 10:05. Til ber eisini at hoyra bókina á heimasíðuni.

Anton er heilt einfalt fullkomin! Men so við og við kemur fyri ein dag, at alt ruggar ikki rætt. HVØR ER ANTON Í VERULEIKANUM? Og hvat er tað, sum er so gátuført við honum?

Anton, mær dámr teg er um lívið hjá børnum – um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Petur Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt, Marita Dalsgaard lesur.