Snipp snapp úr Klaksvík

Barnasjónvarpið hevur verið í Klaksvík og filmað tólv barnavertir. Hesi tólv børnini eru vertir í Snipp snapp, sum er í sjónvarpinum, hvørt mikukvøld klokkan 18.30. Tey bjóða vælkomin og greiða frá, hvat spennandi kemur í Snipp snapp, eitt nú Mouk, Elias og L fyri Lomb.