Mariann er Malva

Navn: Mariann Hansen.
Hvønn leiklut tosar tú fyri? Malvu.
Skúli ella arbeiði: Sjónleikari.

Hvussu líkjast tú og leikluturin? Malva og eg líkjast uppá tann mátan, at eg eisini haldi tað vera upp til hvønn einstakan at bestemma hvussu tey identfisera seg. Hvørki hon ella eg halda tað verða farligt ella skeivt ella fjasut.

Hvussu líkjast tit ikki? Eg eri ikki líka bangin fyri tøkni, sum Malva er. Eg havi bæði telefon og teldu, og enntá eina uppvørpu heima, sum vit plaga at brúka til at hyggja eftir film við.    

Tá man skal leggja føroyskar røddir á.
Hvat var stuttligast at siga: Tað var stuttligast at reagera sum Malva. T.d. syngur hon høgt og hart, tá hon vil hava orðið ella tá hon er spent! Vit høvdu tað øgiliga stuttligt í studionum, við at royna at raka hesi sang útbrotini rætt :)
Hvat var torførast at siga: Øll tey lítlu ljóðini, sum Malva ger, tey vóru forbiðið ring at fáa uppá pláss.