Sóley er Freya

Navn: Sóley Danielsen.
Hvønn leiklut tosar tú fyri?    Freya.
Skúli ella arbeiði: Sjónleikari, læraravikarur, dramalærari, lesi til lærara.

Hvussu líkjast tú og leikluturin?
Vit dáma báðar væl at hava nógv um oyruni, skipa fyri og skriva.
Hvussu líkjast tit ikki?
Freya kemur ofta í sera óhepnar støður, og dugir ikki at siga frá.

Tá man skal leggja føroyskar røddir á.
Hvat var stuttligast at siga: Stuttligast var rópa um hjálp, tá Freya er endað í einari heldur løgnari og óhepnari støðu.
Hvat var torførast at siga: Freya tosar skjótt og ger nógv stuttlig ljóð, tað kann vera torført at fáa alt at passa til á føroyskum.

(Og so  :o)
Gleði meg at síggja jólakalendaran! Stuttlig og spennandi søga!