Fuglabingo 2020

Fuglabingo 2020

Undirheiti: 
Vit telja fugl
Tekst: 

Hey øll børn og vaksin. Komandi hósdag hin 2. apríl klokkan 10.00 hevur Fuglafrøðifelagið fuglabingo, har øll kunnu vera við, uttan at fara útum! Hevur tú hug at royna, er tað sera lætt - far til eitt vindeyga við góðum útsýni klokkan 10.00 hósmorgunin og skriva allar teir fuglarnar, sum tú sært í ein hálvan tíma, og hvussu nógvir, tú sást av hvørjum. Um har er onkur fuglur, sum tú ikki kennir, so kanst tú royna at lýsa hann ístaðin (litir, skap, stødd o.s.fr.) Far síðani inn á Føroya Fuglafrøðifelag á facebook, har finnur tú vegleiðing og har ber til at skráseta.

Mynd: 
Evni: