- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áh dett hugflog
Latið inn hevur Elin Michelsen hin Mán, 05/23/2016 - 13:52
Undirheiti:
Skiparin lítli hevði havt góðar dagar her
Tekst:
Hugflogið er stórt, tá Bosch paradan í s’-Hertogenbosch fer av bakkastokki hvørt ár í juni mánaða. Flakar og bátar í øllum hugsandi, og allarhelst óhugsandi, sniðum og skapum koma oman eftir ánni, fyri at hátíðarhalda málaran Jheronimus Bosch.
Hugskotini til øll førini eru nevniliga komin úr hansara málningum, og so er tað upp til listafólk, tónleikarar, arkitektar, sjónleikarar og áhugað annars, at byggja, tilevna og manna flakarnar, sum spakuliga koma flótandi oman eftir ánni.
Trýst her fyri at síggja meira
Mynd:
Evni: