Barnafestivalur 2016
Mentan og børn; hava hesi nakað við hvønn annan at gera? Tað halda tey í Norðurlandahúsinum avgjørt, og bjóða tí øllum børnum til barnafestival í apríl mánaða.

Barnafestivalurin verður hildin í døgunum 9. til 17. apríl, og um hugt verður at skránni, so nýtast børn ikki at keða seg hesar dagar.

Til ber millum annað at royna at tøva, umframt at tú kanst síggja dans, fara til ein nýggjan føroyskan dukkusjónleik, hoyra symfoniorkestrið spæla filmsløg og so kanst tú eisini síggja ein nýggjan Mumifilm við føroyskari talu. Í hesum sambandi koma Mumi og Lítla Mý til Føroya, so um tú ert heppin, kanst tú hitta tey bæði í Norðurlandahúsinum.

Vilt tú vita meira um barnafestivalin, kanst tú kunna teg á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum