Petra ummælir David Copperfield
Petra ummælir David Copperfield
Bókin David Copperfield
Petra av Rana av Tvøroyri ummælir bókina David Copperfield eftir Charles Dickens

Hey eg eiti Petra av Rana. Eg eri 11 ára gomul og gangi ì 4 flokki. Eg búgvi á Tvøroyri, og eg vil ummæli bókina David Copperfield eftir Charles Dickens.

Eg vil siga at David Copperfield er ein dramasøga. Tí tad hendur nógv, bædi vid sorg, hardskapi, misnýtslu og órættvísi. Hon er eisini ein sera spennandi bók.  Men av tí at hon endar gott og sigrandi - er hon eisini romantisk.

David Copperfield varð føddur ì Onglandi í 1800 talinum.  Pápin doyr áðrenn David verdur føddur.  Hettar gevur Davidi ein hardan start uppá lívið. Mamman verdur uppafturgift við harrenda Murdstone. David verdur sendur á kostskúla, vegna sinnalagið hjá Murdstone. Vit hoyra um lívið hjá Davidi, á kostskúla, um hvussu hann missir mammu og beiggjan.  Um vánaligar vinir og um tad serstøku fastir Betzy.Og at enda um gleði, búning og giftarmál .

Eg haldi at David Copperfield er ein góð bók. Tí hon er passaliga løtt at lesa. Og mær dámar væl dramabøkur. Har hendur so nógv, at hon verdur ongantíð keðilig.

Eg vil geva bókini 4 av 6 vitum.Hon er fìn nokk, men kundi verið longri og meira ja-lig. Har er í so nógv sorg.  Men samanumtikið ein gevandi bók.