Bókin Skipsvrak

Bókin Skipsvrak

Undirheiti: 
Ólavur úr Nólsoy ummælir bókina Skipsvrak eftir James Stewart
Tekst: 

Eg eiti Ólavur og gangi í 5. flokki  í Nólsoyar skúla.

Bókin sum eg fari at ummæla, eitur Skipsvrak eftir James Stewart. Pauli Hansen tyddi úr enskum.

Bókin er ein kunnandi spenningsbók. Hon lýsir orsøkir til, hví skip søkka bæði fyrr í tíðini og nú í tíðini.

Bókin er ikki ein samanhangandi søga, sum fer í djúpdina við einari søgu, men

hon fevnir um fleiri stuttar frágreiðingar, hví og hvussu skip eru sokkin ígjøgnum tíðina. Harumframt greiður bókin frá ymiskum, sum skipini hava verið lastað við. Bókin sigur eisini frá skipsvrakum, sum eru bjargaði upp av havsins botni og nú eru á søvnum.

Eg haldi at bókin er góð, tí tað er áhugavert og spennandi at hoyra um hesar søgunar. Eisini haldi eg, at tað er gott, at har eru fleiri stuttar søgur í bókini.

Eg vil geva bókini 5 út av 6 vitum, tí eg haldi, at hon er rættuliga spennandi og løtt at lesa.

Ólavur Sámal Samuelsen

Mynd: 
Myndatekstur: 
Ólavur ummælir bókina Skipsvrak
Evni: