Eg sá ein eingil
Kanska summi tykkara minnast jólakalendaran í barnaútvarpinum fyri fimm árum síðan? 'Eg sá ein eingil' æt hann, og nú er søgan komin út sum bók

'Tað er 1. desember, og Bergur vaknar í sínum kjallarakamari í Havn. Lítið veit hann, hvat bíðar honum av upplivingum hendan morgunin og dagarnar undan jólum. Visti hann tað, so hevði hann kanska borað høvdið niður undir dýnuna og ikki komið upp, og tó...

Soleiðis stendur at lesa um bókina, sum eisini hevur eina fløgu við 8 føroyskum jólasangum, ið hoyra til.

Elin á Rógvi hevur skrivað leikin - og bókina.