Eldur, roykur og jarberjaísur

Eldur, roykur og jarberjaísur

Undirheiti: 
Alisfrøði og evnafrøði kunnu ljóða sum nøkur turr og keðilig fak. Men tá tey verða nýtt á Vísindavøku, eru tey sera spennandi.
Tekst: 

Fríggjadagin var Vísindavøka, sum Granskingarráðið skipar fyri, og allan dagin vóru nógv børn úr øllum landinum á vitjan.

 

 

Teir sóu nokkso kulir út, næmingarnir úr Hoydølum, har teir stóðu í sínum hvítu kitlum og settu eld á hendur hjá børnum, rørdu jarðberjaís við guvandi turrísi ella fingu vætur av ymsum slag at brúsa ella skifta lit. Næmingar, saman við lærarum úr studentaskúlanum í Hoydølum, hildu til í stóra teltinum uttan fyri har iNOVA heldur til.

 

 

Markus, sum er 7 ára gamal, hugnaði sær óført saman við vini sínum. Tað, sum honum dámdi best, var avgjørt, tá teir vístu hvussu tú kanst gera eldbylgjur, við at nýta ljóð.

 

 

 

Mynd: 
Evni: