Fyrsti teknifilmurin

Fyrsti teknifilmurin

Undirheiti: 
Hevur tú sæð Frozen? Hvussu við Ice Age og Minions? Ja ha? Vit øll elska teknifilmar, og vit munnu øll hava okkara yndisfilm. Men hvaðan koma teknifilmar og hvør fann uppá at gera fyrsta teknifilmin?
Tekst: 

Fyrsti teknifilmurin, ella ‘animated projection’ sum tað eitur á enskum, var Fantasmagorie, framleiddur í 1908 av franskmaðnninum Émile Cohl. Filmurin var ikki serliga langur, og hevði ikki eina søgu sum so. Men hugdi tú at filminum, sást tú ein pinnamann fara sær ein túr, og á túrinum hitti hann mangt og hvat, sum ikki hevði verið gjørligt at vísa fyrr. So sum at ting broyttu skap, sum til dømis ein fløska, ið broyttist til eina blómu.

Filmurin varð gjørdur við at Cohl teknaði 700 tekningar á eina glasplátu , meðan hann filmaði. Og vita tit, hvussu langur filmurin gjørdist við 700 tekningum? Ein minutt og nøkur sekund...

Eftir hetta gekk skjótt, tí nógvir framleiðarar nýttu høvið til at gera stuttar stuttligar teknifilmar, sum vórðu vístir áðrenn høvuðsfilmin í biografinum. Tað var til hetta høvið at Mickey Mouse varð føddur.

Ein teirra var Walt Disney, og fyritøkan, sum hann stovnaði er enn í dag ein av fremstu framleiðarunum av teknifilmum til børn. 

 

Tú kanst síggja filmin her

 

Mynd: