Ger ein jólakalendara
Jólakalendarar eru stuttligir, tað kunnu vit øll vera samd um. Summir hava sjokolátu, aðrir hava myndir, og uppaftur aðrir hava pakkar. Summir hava pakkar hvønn dag, meðan aðrir hava pakkar sunnudagarnar í advent. Men hvaðan kemur jólakalendarin?

Siðvenjan við jólakalendarum byrjaði í Týsklandi, og var frá byrjan ein kalendari, har tvey tjúkk pappír vóru løgd oman á hvørt annað. Ovasta pappírið varð prikkað ella skorið soleiðis, at lúkur kundu latast upp, og tá tú lat lúkuna upp, kundi tú síggja eina tekning á niðara pappírinum.

Ein tílíkan kalendara ber væl til at gera – kanska til mammu og pápa ella til ein góðan vin?

Soleiðis gert tú:
- Tekna 24 smáar myndir á eitt pappír.
- Legg eitt annað pappír útyvir. Hetta má vera eitt pappír, sum tú sært eitt lítið sindur ígjøgnum, soleiðis at tú sært hvar tekningarnar eru.
- Tekna síðan við blýanti ein fýrakant har tú sært tekningina á niðara pappírinum.
- Pynta so jólakalendaran við jólaligum tekningum.
- Klipp nú tríggjar síður á fýrakantinum, og tú hevur eina lúku.
- Skriva nummar á allar lúkurnar – frá 1 til 14.