- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góða eydnu Morgunfríði!
Í øllum norðurlondum eru rithøvundar, sum skriva bøkur til børn og ung. Tíbetur eru tey nokkso nógv, tí annars hevði verið tunnligt við søgum her um okkara leiðir. Ein av teimum, sum skrivar barnabøkur í Føroyum, er Elin á Rógvi, sum jú arbeiðir her í Kringvarpinum, har hon ger tilfar til børn.
Barnaútvarpið sendir hesa vikuna bókina Og Mamma! sum Elin hevur skrivað, og sum marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt. Henda bók er so góð, at hon er tilnevnd at vera ein teirra, sum eru í uppskoti til at fáa eina virðisløn í ár.
Tað er Norðurlandaráðið, ið letur eina heiðursløn til eina útgávu úr einum norðurlandi, og í kvøld verður so avdúkað, hvør vinnarin er.
Vit krossa fingrar fyri Morgunfríða, Elini og Marjuni