Heimsins hægsta hús
Fólk kappast innan alt møguligt - eisini í at byggja høg hús. Hægsta hús í løtuni er at finna í Dubai og tað eitur Burj Khalifa, men hvussu leingi man tað fara at vera verandi størst?

Hægsti bygningur í heiminum eitur Burj Kjalifa og stendur í Dubai í Arabisku Emiratunum. Hann er 829,8 metrar høgur, og tað merkir, at hann er bara góðar 50 metrar lægri enn Slættaratindur.

Tað tók seks ár at byggja Burj Khalifa, sum stóð klárt 4. Januar í 2010. Orsøkin til at arabar fóru undir at byggja Burj Khalifa var, at tey hildu at ferðafólk fóru at koma at vitja Dubai, um heimsins hægsti bygningur var har, og rætt høvdu tey, tí fólk ferðast í stórum tali til Dubai, fyri at síggja heimsins hægsta bygning.

Meginparturin av Burj Khalifa verður nýttur til íbúðir, har fólk búgva, men har eru eisini skrivstovur, hotell og matstovur, umframt at vitjandi kunnu fara upp á 148. hædd. Tá er man sera høgt uppi, og hyggur man út, sær alt út til at vera evarska lítið niðri á jørðini.

Fakta:
24.348 vindeygu
347 km av vatnrørum
57 lyftir