HEY HEY!
Fríggjakvøldið byrja nýggju barnasendingarnar til tey smærru børnini, har Jensina og Ljóðfílurin aftur vera at síggja

Hey! er ein sending um djór, fyri børn og barnsligar sálir, har Jensina er vertur og Ljóðfílurin tekur upp, sum vanligt. Tey eru úti, og uppliva mangt og hvat.

Í fyrsta partinum fer tað at snúgva seg um kettur, greiðir Jensina frá

Vit vitja eini grøn hús, har nakrar heilt serligar kettur búgva, sum duga nakað sum fáar kettur duga. Tey vitja Eddi, og har er tónleikur á skránni. Jensina ger eisini eina kettu burturúr papptallerkum, sum kann brúkast á føstuklávint.

So minnist til at hyggja fríggjakvøldið kl. 18.30