- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólaløtan á heimasíðuni
Tað er Jólaløtan frá 1988, og kanska minnast foreldur henda kalendaran, frá tí tey vóru smá.
Søgan gongur fyri seg í Fugloy, har bæði nykur og seyðatjóvar gera um seg, so hon er heilt víst spennandi.
Kalendarin var gjørdur í samstarvi við Barnabata, og í 1988 var vara tann eini føroyski jólakalendarin at fáa, og tað var tann hjá Barnabata.
Tað var gjørt á tann hátt, at myndirnar í pappírskalendaranum, sum Óli P hevði teknað, samsvaraðu við søguna í sjónvarpinum, so tað tú sást, tá tú lat lúkuna upp um morgunin, var eitt hint til tað, sum kom í sjónvarpinum um kvøldið. Snilt, ha?
Hesin kalendarin er aftur til keyps í ár, og innkomni peningurin fer til ‘Í menniskjum góður tokki’.