- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kom á barnafestival
Eingin ivi er um, at skrýmslini hava yvirtikið Norðurlandahúsið í hesum døgum. Bæði tey úr bókunum og tey, sum børnini sjálvi hava gjørt.
Summi skrýmsl eru allarhelst kend fyri tey flestu, sum kenna søgurnar um Lítla skrímsl og Stóra skrímsl. Tú verður boðin heim til tey at vitja, og sleppur at spæla bæði inni og úti í garðinum hjá teimum, har tú kanst hanga í trøunum og eisini fiska.
Fert tú víðari inn í dansistovuna kanst tú gerast partur av vinartrænum ella taka eina selfie saman við Stóra og Lítla skrímsli.
Í Klingruni var alt møguligt blandað saman. Í Norðurlandahúsinum vóru hendan dagin so nógv børn, at pallurin í Klingruni var fullur av viðføri, matpakkum og klæðum. Men eisini var pláss til tey skrímsl, sum børn sjálvi hava funnið uppá og gjørt.