- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kom og skriva!
Latið inn hevur Elin Michelsen hin Hós, 12/08/2016 - 08:50
Undirheiti:
Góðu tit - takk fyri at tit tíma at skriva okkum søgur. Kuldakrákan er so sera glað um, at krákureiður hennara í hesum døgum verður fylt við søgum.
Tekst:
Enn er tíð, um tú hevur hugskotið til eina framúr søgu í búkinum, ella í høvdinum, ella hvar tað nú er, sum hugskot búgva. Tí tað er ikki fyrr enn mikudagin 14. desember, at síðsta freist at lata søgu inn, kemur.
Vit fara at fáa nøkur fitt børn til at lesa søgurnar hjá tykkum inn á band, og so verða tær sendar í útvarpinum um jólini. Tað gleða vit okkum sera nógv til.
Og um tú skrivar okkum eina søgu, so ert tú við í lutakastinum um ein av trimum jólapakkum frá Kuldakrákuni til tín, at leggja undir træið. MEN - bara um tú skrivar eina søgu, so kom í gongd!
Mynd:
Evni: