- Tíðindi, mentan og ítróttur
MÁÁÁÁÁL!!
Tað kennist, sum hava vit altíð verið ein fótbóltstjóð, tí elsta føroyska fótbóltsfelagið er meira enn 110 ára gamalt. Men tað er ikki so langt síðan, at vit byrjaðu at taka lut í teimum stóru altjóða kappingunum hjá monnum.
Fyrsti dysturin Føroyar leiktu í einari EM undankapping varð leiktur 12. september í 1990. Tá var okkara heimavøllur í Landskrona, tí vit høvdu ongan grasvøll í Føroyum. Sett var sum krav tá, at spælast skuldi á grasi og ikki á graslíki, so føroyingar fóru til Svøríkis at spæla heimadystir – eitt sindur løgi.
Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var Eysturríki, og so eru nógv sum siga: “ååååh, tann dystin havi eg hoyrt um”. Ja, tað hava tit helst, tí tað stóra við tí dystinum var, at føroyska landsliðið vann 1-0 við einum máli, sum Torkil Hansen skoraði.
Síðan kom verulig ferð á. Heimavøllurin varð fluttur heim til Føroyar, tá ið grasvøllurin á Svangaskarði var gjørdur, og føroyska landsliðið hevur ferðast kring alt Evropa og hevur spælt ímóti øllum møguligum tjóðum.
Síðan tá hevur verið meira sparið við sigrum. Frá byrjanini í 1990 til í dag hava Føroyar vunnið 11 dystir av teimum 123 dystunum, sum spældir eru í HM og EM undankappingum, men tað ger okkum bara so mikið glaðari fyri teir sigrarnar vit fáa.