Orrusta góða undirtøku

Orrusta góða undirtøku

Undirheiti: 
Lagt er upp til eitt sera spennandi umfar av Orrustu næstu ferð. Heili 90 lið hava teknað seg til komandi Orrustuna, av teimum verða 16 við í sjónvarpssendingunum
Tekst: 

Í fyrstani dryppaði inn við tilmeldingum á heimasíðuni hjá KVF. Ein her og ein har, men sum 1. oktober og evstamark nærkaðist, kom meira ferð á, og síðsta dagin komu ikki færri enn 30 tilmeldingar, so Jonna og Elin vóru sera fegnar um undirtøkuna.

- Vit funnu útav, at børnum dámar sera væl Orrustuna, og tað eru vit so glaðar fyri, tí vit vistu ikki reiðiliga, hvussu mundi fara at ganga við tilmeldingum, sigur Jonna.

- Men nú kenna børnini sendingina, og tað sær út til, at hon er væl móttikin. Tað stuttliga er eisini, at børnini hava dugað væl at funnið uppá, sjálvt um fimleikur og fótbóltur síggjast aftur sum sterk frítíðarítriv í Føroyum.

Øll børnini, ið hava teknað seg, eru boðin inn til casting í KVF. Hetta merkir, at tey øll sleppa at royna seg framman fyri einum myndatóli, ein av nærmastu døgunum.

Mynd: 
Evni: 
Tema: