Snæfall: Barbara
Íðkar Barbara ítrótt? Og hvat heldur hon vera tað besta við jólunum? Les víðari og finn útav tí.

Navn: Barbara K Andreasen

Leiklutur: Yndis

Aldur: 27

Bústaður: Nólsoy

Skúli: Nólsoyar skúli (Fróðskaparsetur Føroya)


Yndisítrótt: Eg má viðganga, at eg eri ikki serliga ítróttarslig. Eg eri heldur tann, sum gongur ein langan hagatúr, men um eg skal nevna eina kappingarítróttargrein, so er kappróður nokk einasta ítróttargrein, sum hevur fangað mín áhuga – men bara tá Nólsoyingurin rør við ;-)


Hvar heldur tú jól:
Í Nólsoy, heima hjá mammu og babba.


Hvat dámar tær best við jólunum:
GÁVUR! Nei, tvætl. Karamellur – men eisini allan hin matin og ikki at gloyma øll tey vøkru ljósini, sum verða tendraði um jóltíðir.


Besti jólasangurin:
Meg minnist, tá ein jólasending varð gjørd – einaferð fyri fyri nógvum árum síðani, tá eg var smágenta í Nólsoy. Tað var ein kanin, sum gekk og mól her úti í bygdini saman við einari konu. Og í einum parti av hesari barnasendingini kom Rúna á Heygum til Nólsoyar á vitjan, og tá sang hon sangin “Tá milliónir tendra ljós” - og onkursvegna hevur tað altíð verið tann sangurin, sum fær meg allar mest í rætta góða jólahýr.