Snæfall: Kristina
Kristina veit júst, hvørjar dygdir ein góð smákøka hevur :)

Navn:        Kristina Sundar Hansen

Leiklutur:    Lærarinna og Hilda Tendring og ymsar aðrar kvinnur

Aldur:        50 ár

Bústaður:    Keypmannahavn og onkuntíð í Vestmanna

Skúli:        
Tað byrjaði í skúlanum á Frúutrø í Tórshavn, men eftir seks ár stongdi skúlin og allir næmingarnir vórðu fluttir yvir í Eysturskúlan. Síðan havi eg gingið í Stundentaskúlanum, á sjónleikaraskúlanum í Reykjavík, á Universiteti í Danmanrk, og eg havi eisini tikið eina útbúgving sum sjúkrahjálpari í Danmark.

Yndisbók:  
Har eru nokk nógvar. Men tá eg sjálv hevði børn fylti Harry Potter nógv har heima, bæði bøkur, filmar og spøl, so Harry Potter hevur eitt serligt pláss í hjartanum.

Hvar heldur tú jól:
Havi ikki avgjørt enn, um tað verður í Vestmanna ella í Keypmannahavn ella onkra heilt aðrastaðni

Hvat er besti jólamaturin:
Tað er nokk dunna og rísalamang jólaaftan og ræst kjøt jóladag

Besta smákøkan:
Tað er smákøkan, sum smeltar á tunguni saman við einum heitum temunni