Snæfall: Mariann

Snæfall: Mariann

Undirheiti: 
Kann man elska bæði kettur og hundar? Les hvat Mariann hevur at siga um tað.
Tekst: 

Navn:        Mariann Hansen

Leiklutur:    Rutt

Aldur:        31 ár

Bústaður:    Nú búgvi eg í Nólsoy, men eri uppvaksin við Norðskála

Skúli:        Eg gekk í skúla í Norðskála-Oyri Skúla, haldi hann kallast Skúlin við Streymin í dag.

Yndisdjór:    Kettur. Eg eeeelski kettir! Mítt næst-yndisdjór er hundur, eg eeelski eisini hundar!

Konfekt ella karamellur:
Karamellur..... tí eg komi ongantíð so langt sum at gera konfekt.... kanska í ár.

Hvat er tað hugnaligasta við jólunum:
Ljósketur og mandarinir

Dansa tit jólatrræ:
Nei, tað eru fleiri ár síðani, at vit dansaðu um træið heima. Tað gera vit til jólatræið í Eydnuni á Oyrabakka 2.jóladag :)

Mynd: