- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt fjølbroytni
At børn duga, vita vit. Og vit kunnu í Orrustuni hesaferð staðfesta, at børn vita nógv um alt møguligt, tí áhugamálini eru sera fjølbroytt í kappingini hesaferð.
Hondbóltur og fótbóltur eru væl umboðað, tí innan fótbólt eru bæði AB'arar, TB'arar og Fótbóltsdreingir, og innan hondbólt eru bæði VÍF'arar og H71 gentur, og innan aðra ítrótt kunnu vit nevna svimjigenturnar úr Reysti, Taekwondo dreingir, Wrestling og Borðtennisdreingirnar.
Tó so, ikki er alt ítróttur - verri enn so. Vit hava eisini Bóndagentur, Minecraftarar, Dramagentur, Lesigentur og Seymigentur, so tað verður ikki keðiligt komandi sunnukvøldini. Og hevur tú hug, er ein rúgva at læra um hesi frítíðarítriv.
Minst til at hyggja at Orrustu hvørt sunnukvøld kl. 19.30