- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tykkara søgur í útvarpinum
Latið inn hevur Elin Michelsen hin Mik, 12/21/2016 - 13:06
Undirheiti:
Vit mugu so sanniliga siga, at børn í Føroyum duga væl at skriva søgur. Vit fingu eina rúgvu av søgum inn í okkara kapping, og tað skulu tit hava stóra takk fyri.
Tekst:
Søgurnar vóru so nógvar, at vit tíverri ikki hava møguleika at senda tær allar, men vit hava fingið so nógvar sum gjørligt við, og tær verða sendar jóladag og annan jóladag kl 10.05 - 10.30. Tað eru fittu børnini Hugin, Hilda, Fríðun, Lea og Jóhan, sum lesa søgurnar fyri okkum.
Eisini verða nakrar søgur lisnar nýggjársdag.
Mynd:
Evni: