Uppskrift til hornakikara

Uppskrift til hornakikara

Undirheiti: 
Hvat hendir hinumegin hornið? Børn kunnu sagtans gera sín egna hornakikara. Uppskriftina finnur tú her:
Tekst: 

Spegl endurspegla/ kasta ljós aftur. Tað merkir, at ljósið kann broyta kós. Tvey spegl, sum standa í ávísum vinkli í mun til hvønnannan, kunnu kasta/boyggja ljósið um eitt horn. Tað sært tú sjálv/ur við at gera ein hornakikara

Tú skalt brúka:

Tveir djús- ella mjólkarpakkar
Ein saks
Klistriband
Ein vinkulmátara
Ein blýant
Tvey spegl
Máling ella pappír at pynta við


 

Soleiðis gert tú:

  • Klipp toppin av báðum mjólkarpakkum. Reinsa teir væl og lat teir torna. Set teir opnu endarnar av pakkunum saman við klistribandi, so tú fært eina langa, smala eskju.
  • Í øðrum endanum av eskjuni klippir tú nú eitt fýrakantað hol. Klipp síðani eitt samsvarandi fýrakantað hol  í mótsetta enda á hinari síðuni av eskjuni.
  • Legg eskjuna á liðina. Brúka ein vinkulmátara til at merkja ein vinkul, sum er 45 stig í hvønn enda av eskjuni, so vinklarnir venda burtur frá holunum. Tekna linjur í spegllongd í hesum vinklum. Ger eitt hakk framvið linjunum.
  • Skumpa nú speglini inn gjøgnum hakkini. Tann blanka síðan á niðasta speglinum skal venda upp, og tann blanka síðan á tí ovara speglinum skal venda niður. Trýst speglini so langt inn, at tey ganga gjøgnum hakkini á hinari síðuni.
  • Pynta hornakikaran. Tú kanst til dømis klistra pappír á hann. So verður hann lættari at mála á, og pappírið kann eisini vera við til at halda speglunum upp á pláss. Tú kanst brúka heimagjørda kikaran til at hyggja um horn ella upp um múrar við. Hygg inn í tað niðara holið. 
     
Mynd: