Vinnararnir eru funnir
Vit vilja fegin takka øllum tykkum, sum hava sent okkum tykkara jólasøgur. Nógvar søgur komu inn, og Kuldakrákan hevur hugnað sær við at lesa tær allar

Vinnararnir av lutakastinum um eina eyka gávu undir jólatræðnum frá Kuldakrákuni gjørdust Joan úr Klaksvík, Martin úr Tórshavn, og Ida Maria úr Hoyvík, og tey hava fingið boð. Hjartaliga tillukku við tí.

Sum sagt, so fingu vit so nógvar søgur inn, og tíuverri ber ikki til at lesa allar í útvarpinum. Vit hava tó valt í rúgvuni, og nakrar søgur verða lisnar í barnasendingini jólaaftan kl. 10.05 og aðrar verða lisnar 2. jóladag kl. 10.05, so minnist til at lurta við tá.

Kuldakrákan og vit her á barnaredaktiónini ynskja øllum eini góð og gleðilig jól.