Demokratia: Nú er meira javnstøða í politikki

bannari
Demokratia: Nú er meira javnstøða í politikki
Ferð er komin á javnstøðu í politikki, heldur Demokratia og vísir á, at 30 prosent av løgtingslimunum í dag eru kvinnur
Demokratia fegnast í ársfrágreiðingini, at seinastu árini er ferð komin á javnstøðu í politikki
 
26.04.2012 - 10:33
Tá sagt verður, at ferð er komin á javnstøðuna í politikki, verður sipað til fólkatingsvalið og løgtingsvalið í fjør.
 
Demokratia, nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, sigur í ársfrágreiðing sínari fyri 2010 og 2011, at nú eru 30 prosent av løgtingslimunum kvinnur. Tær vóru 21 prosent eftir valið í 2008 og níggju prosent eftir valið í 2004.
 
Men, sigur Demokratia, arbeiðssetningur nevndarinnar er ikki rokkin, fyrr enn Føroyar hava rokkið hinum Norðurlondunum, har eini 40 prosent av tjóðartingslimunum eru kvinnur.
 
Kvinnur mugu halda seg framat
 
Demokratia vísir eisini á, at bara ein kvinna og sjey menn eru í landsstýrinum. Í landsstýrinum, sum var undan hesum, vóru tríggjar kvinnur og fýra menn. 
 
Tó eiga politisku flokkarnir ikki ábyrgdina einsamallir. Umráðandi er eisini, at kvinnur, sum hava hug, evni og umstøður, sjálvar halda seg framat og síggja møguleikar heldur enn forðingar, sigur Demokratia. 
 
Vald tekur ein sjálv í staðin fyri at bíða eftir at fáa valdið frá øðrum, sigur Demokratia. Nú kommunuval verður í november, fer Demokratia at arbeiða fyri at fáa fleri kvinnur í kommunustýrini.
 
Eftir kommunuvalið í 2008 eru 30 prosent av kommunustýrislimunum kvinnur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860