Estetiskar finalur og fótbóltur í dag

Estetiskar finalur og fótbóltur í dag
Finalurnar í FM í estetiskum fimleiki vera í Høllini á Hálsi í dag
 
05.05.2019 - 10:22

Fimm føroyameistara skulu finnast í fimm ymiskum bólkum. Talan er um pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. 

Kringvarpið sendir finalur beinleiðis í sjónvarpinum, og sendingin byrjar klokkan tvey. 

Og so verður eitt umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum eisini spælt í dag. Mest spennandi dysturin á pappírinum er nokk grannauppgerðin millum Skála og Víking á Skála. Liðini liggja á ávikavist øðrum og triðja plássi. 

Á Eiði spæla EB/Streymur og HB, á Argjum tekur AB móti KÍ. TB og NSÍ hittast við Stórá í Trongisvági, og í Gundadali í Havn skal B36, sum er snávað eftir eina flúgvandi byrja upp á kappingarárið, royna at reisa seg aftur móti ÍF. ÍF, ið longu hevur fingið nýggjar venjarar, vann sín fyrsta dyst í ár seinasta mánakvøldið. 

Allir dyristirnir byrja klokkan trý. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444