Byrta vann "Væl á veg"-heiðurslønina

Byrta vann "Væl á veg"-heiðurslønina
Vinnarin av "Væl á veg"-heiðurslønini, sum Atlantic Airways letur í samstarvi við G! festivalin, gjørdist í ár Byrta, sum sostatt skal spæla á Iceland Airwaves í heyst.
22.07.2013 - 19:15

 

Í ár var tað fløgu-aktuelli tvíbólkurin Byrta, ið er mannaður av Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir, sum streyk avstað við "Væl á veg"-heiðurslønini. "Væl á veg"-heiðurslønin verður latin einum uppkomandi bólki, sum spælir á G! festivalinum, og er eitt samstarv ímillum Atlantic Airways og G! festivalin. Tað eru umboð frá G! og øðrum størri útlendskum festivalum, sum velja vinnaran.

 

Tey nomineraðu í ár vóru umframt Byrta, Dánjal, The Earth Divide, Frostfelt, Hamferð, Høgni, Knút, Lover Lover, Marius, The Absent Silver King, SAKARIS, Sigmund og Benjamin, ið vann í fjør. 

 

Byrta framførdi hóskvøldið á G! festivalinum. Skrýdd í pelsi og gull-glitrandi kjólum og jakkum leveraðu tey eina minniliga framførslu fyri einum pakkaðum spæliplássi. 

 

Byrta skal harvið spæla á Iceland Airwaves, sum er størsti íslendski festivalurin og verður hildin í Reykjavík í døgunum frá 30. oktobur til 3. novembur. Festivalurin leggur serligan dent á at varpa ljós á nýggjan íslendskan og altjóða tónleik. Síðan festivalurin varð hildin fyri fyrstu ferð í 1999 í einum hangari á flogvøllinum í Reykjavík, er hann vaksin til at vera ein av størstu pallunum fyri nýggjan tónleik í heiminum. Millum festivalgestirnar eru á hvørjum ári fleiri hundratals miðlafólk og fólk úr tónleikavinnuni. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.