- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað fall ikki í góða jørð, tá undurbarnið bleiv tattovør
Uppi á loftinum í Salong Madonnu ljóma hugnaligir reggae-tónar og surrið frá eini tattoo-nál, sum prik fyri prik er í ferð við at ganda fram eitt navnaspjaldur og tvær rósur millum herðabløðini á eini ungari kvinnu. Íslendski tattovørurin Fjølnir murrar lystiliga til Bob Marley, meðan hann á enskum við sterkum íslendskum framburði greiðir frá ungdómsuppreistri, 16 ára gomlum dreingjum, sum biðja um svastika-tattoveringar, og hví undurbarnið hjá einum av størstu íslendsku listamonnunum valdi siðbundnu listina frá og gjørdist tattovør ístaðin.
- So.... how old are you?
- 16 and a half... no, sorry, 48. Not that I mind. I was completely bonkers when I was 16.
Íslendski Fjølnir Geir Bragason er skemtiligur av lyndi. Uttan at blunka fylgja eygu hansara tattoo-nálini, sum spakuliga ferðast millum herðabløðini á ungu kvinnuni á bríkini, men hugurin er farin á sína egnu ferð. Vit eru í Reykjavík, árið er 1995, og 30 ára gamli Fjølnir er júst farin undir síni fyrstu litprik.
- Pápi mín er fullkomiliga deyvur, so hann er ikki ein maður av mongum orðum, men hann hevur síni andlitsbrøgd, sigur Fjølnir. Pápi hansara, Bragi Asgeirsson, telist millum størstu listafólkini í Íslandi, og hóast hann er deyvur, hevur hann lært seg fimm mál.
- Eg var undurbarnið hjá honum, altíð best í flokkinum, og tað fall ikki í góða jørð, at undurbarnið brádliga ætlaði sær at gerast tattovør. Í dag vilja øll vera tattovørar. Eg var ein av teimum heilt fyrstu í Íslandi, men hann plagdi bara at rista við høvdinum og senda mær eitt andlitsbrá, sum vísti fullkomna andstygd.
Fjølnir er upprunaliga útbúgvin á listaskúlanum í Reykjavík, og hóast pápin og mong onnur við snerktu, vísti tað seg kortini, at hann var endaður á røttu hill. Tattoo-ídnaðurin eksploderaði, og Fjølnir gjørdist fyrsti næmingurin frá listaskúlanum, sum fekk skapt sær eina trivaliga inntøku og eitt navn.
Hóast listaheimurin ongantíð hevur víst blekkingum serliga stóran áhuga ella virðing, er Fjølnir ikki í iva um, at tattovering er ein listagrein. Hann greiðir millum annað frá, at at tattovera telist ímillum nakrar av elstu siðunum í heiminum, og í flest øllum upprunamentanum eru dømi um tattoveringar.
- Tað, sum er mest hugtakandi við at tattovera, er samskiftið við kundan. Listaheimurin hevur byrgt seg inni í einum fílabeinstorni. Allastaðni standa listasøvnini mestsum tóm, men til mín streyma fólk, sum bíða í tveir mánaðir fyri at sita her hálvnakin og bløða fyri at fáa list, sum tey taka við sær í grøvina. So sig mær ikki, at almenningurin onki leggur í list, sigur Fjølnir avgjørdur uttan at hyggja upp. Eyguni víkja ikki frá nálini.
Amfetamin, ódiagnostiserað ADHD og uppreistur
48 ára gamli tattovørurin er í svartari undirtroyggju og leðurvesti, langa brúna hárið er bundið afturum í ein hesthala, og stóru armarnir eru huldir í alskyns litum og skapum – ravnar, blómur og mynstur fyri at nevna nøkur fá. Snøgt sagt sær hann út sum ein, sum ongantíð hevur gjørt annað enn at gingið í leðurvesti og sitið niðurboygdur og prikað við tattoonálini. Meira fjalir seg kortini handan litprikini, enn hvat ein sær við fyrsta eygnabrá.
Fjølnir hevur altíð verið væl bygdur, og fyrr var hann ofta nýttur sum modell. Á einari forsíðu poserar hann við einari kvinnu á herunum – bæði eru spillnakin. Í dag er hann pápi til tríggjar synir, tann yngsti varð føddur fyrr í ár, og eisini hevur hann ein abbason. Í heyst ætlar hann sær at fara at lesa til skipara og tattovera afturat lesnaðinum. Meðan mong óttast at gerast eldri, trívist hann betri við nøkrum fáum rukkum og 48 árum av lívsroyndum.
- Eg var øgiliga provokerandi og uppreistrarsinnaður, tá ið eg var ungur. Púra ørur. Millum fólk var eg ordiliga fólkaligur og væl uppdrigin, men eg gjørdi eisini nógv klikkað ting, greiðir Fjølnir frá, meðan svørtu eyguni líta hugsunarsom yvir brillurnar.
- Ta einu tíðinia tók eg nógv rúsevnir, serliga amfetamin, sum gjørdi undurverk fyri meg. Tað kom av, at eg hevði ADHD, og hetta var langt áðrenn, nøkur diagnosa æt soleiðis - men eg tók tað, tí eg hevði trupulleikar, og nøgdirnar vóru ov stórar.
Svastika-tattoveringar og forelskaðir stalkarar
Sjálvur lýsir Fjølnir seg sum ein arbeiðsnarkoman frá helviti, men at tattovera er ikki bara stuttligt. Eins og við flest øllum øðrum arbeiðum, har ein arbeiðir við kundum, kann mann ikki umganga at møta nøkrum ørvitisknokkum á vegnum. Spurdur, um har eru ávísar tattoveringar, sum hann hatar at gera ella enntá beinleiðis noktar, ljóðar svarið:
- Tað kemur ann uppá tattoveringina og persónin. Býtt, býtt motiv, og fólk, sum eru so forelskað, at tey eru púra besett av einum persóni. Eg nokti eisini at tattovera svastika-merkir á 16 ára gamlar dreingir.
Men hvussu forklárar mann einum 16 ára gomlum, at ein Hitler-tattovering ikki altíð er skilabesta framtíðaríløgan?
- Eg sigi tað ikki beinleiðis við teir. Eg royni heldur at fáa teir sjálvar at hugsa, at tað kanska ikki er eitt so gott hugskot allíkavæl, sigur Fjølnir við einum skálkasmíli. Síðstu 18 árini hevur hann havt fleiri 10.000 kundar undir nálini, har ímillum fleiri Hollywood-stjørnur, sum vitjaðu í Íslandi, tá búskapurin var heitast.
Føroyingar fáa sær familjutattoveringar
Millum herðabløðini hjá kvinnuni á bríkini er nú eitt liðugt navnaspjaldur við navninum og føðidagfestingini hjá soni hennara og tvær rósur. Hon takkar fyri, rindar, og inn kemur næsti kundi. Hesa ferð er tað ein ung genta, ið skal fáa síðstu hond lagda á seks bláar gloym-meg-ei blómur á fótinum.
- Blómurnar eru fyri pleygufamiljuna hjá mær. Nógv taka ofta synd í pleygubørnum, men eg eri vaksin upp í einari fantastiskari familju, og tað vil eg gjarna vísa, greiðir hon frá.
Fjølnir nikkar væl hýrdur og leggur afturat:
- Hvat segði eg. Í Føroyum snýr tað seg altíð um familju.
Tøttu familjubondini í Føroyum endurspeglast nevniliga eisini í tattoveringunum, vit velja okkum.
- Tattoveringarnar her eru sera tengdar at familju. Eg haldi, at tað er vakurt. Tað sær mann ikki aðrastaðni sum í eitt nú USA, sigur Fjølnir.
- Nógv fólk fáa sær tattoveringar til minnis um onkran og fyri at enda syrgitíðina. Tá merkir tattoveringin "farin, men ikki gloymd". Onnur fáa sær tattoveringar, sum vísa á stórar hendingar, sum tá onkur verður føddur. Tattoveringar hava djúpar røtur. Tær eru ikki bara pynt, greiðir Fjølnir frá.
Gloym-meg-ei blómurnar hjá gentuni eru lidnar. Hon er væl nøgd og takkar fleiri ferðir fyri blómurnar, áðrenn hon fer avstað. Fjølnir flennir og sigur eitt sindur skálkaligur við sínum sermerkta íslendska framburði:
- You give them pain, make them pay and they leave happy. That’s marvellous.
Við hesum orðunum er mín vitjan eisini komin at enda, og eg takki fyri meg.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |