- Eg gleði meg at koma heim at royna hylin!

- Eg gleði meg at koma heim at royna hylin!
Tað hevur í nógv ár verið sera væl umtókt hjá føroyingum at fara eitt ár niður á eftirskúla eftir fólkaskúlan. Eftirskúlarnir eru nógvir, og valmøguleikarnir á skúlunum somuleiðis. Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen er farin á ítróttareftirskúla og hevur valt svimjudeildina.
27.08.2013 - 10:00

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen er 16 ára gomul og ættað av Tvøroyri. Í løtuni býr hon í Berstorffsminde á Fyn í Danmark, har hon gongur á eftirskúla. Guðrun hevur altíð svomið nógv, og heima á Tvøroyri venur hon við Susvim. Ein svimjilærari frá eftirskúlanum var einaferð í Føroyum og vandi Susvim, og tá hann greiddi frá um eftirskúla, fangaði hann áhugan hjá Guðrun.

 

- Eg fekk rættiliga stóran hug at royna eftirskúlalívið eftir vitjanina hjá René, ið er svimjilærari her á eftirskúlanum. Í byrjani hugsaði eg mest um at menna meg sum svimjara, men eg gleddi meg samstundis eisini sera nógv til at møta øðrum ungum á mínum aldri, so samanumtikið ynski eg at menna meg bæði ítróttarliga og sosialt, sigur Guðrun.

 

Eftirskúlalívið er ikki bara hugni. Trý lið eru á skúlanum, og Guðrun er komin á A-liðið. Hon venur upp til 10 ferðirnar um vikuna og afturat tí eisini styrkivenjing. Mikudag og fríggjadag eru morgunvenjingar, og tá er Guðrun noydd at fara tíðliga upp, tí venjingin byrjar kl. 05.30.

 

- Eg vil ikki siga, at støðið er hægri her enn heima, tí svimjingin í Føroyum hevur ment seg rættiliga nógv seinastu árini. Eg eri eisini enn nýggj á eftirskúlanum, so eg haldi, at tað er ov stutt fráliðið at meta um tað, greiðir Guðrun frá.

 

- Fyri mítt viðkomandi hevur hevur venjingin í Susvim verið sera gód og á einum sera høgum støðið. Tað kemur mest av tí, at eg havi havt Jón Bjarnason sum venjara.

 

Guðrun finnist tó at umstøðunum hjá svimjarum í Føroyum, ið hon heldur høvdu kunnað verið nógv betur.

 

 

- Í Eysturoynni hava tey ongan 25 metrar hyl, og tað er ikki gott nokk. Umstøðurnar kundu eisini verið nógv betri í Vági, men vit hava tó altíð funnið loysnir, sum t.d. í samband við styrkivenjing, har vit hava gjørt ymisk øvilsir, ið ikki tørva dýru útgerðina. Men ein 50 metrar hylur er nú í ger í Vági, og tað fer at menna føroyska svimjing sera nógv. Eg gleði meg at koma heim at royna hylin, sigur Guðrun

 

Á eftirskúlanum venur Guðrun í løtuni hart ímótir EKM, ið verður í Herning 12-15. desember  í ár. Eisini hevur hon ætlanir um at sláa trý met á skúlanum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.