Interrail: Fyrri partur

Interrail: Fyrri partur
Interrail er ein spennandi máti at ferðast á. Tú keypur tær ein ferðaseðil, sum tú so kanst nýta at fara júst, har tú vilt í Evropa við toki. Röddin hevur fingið nøkur góð ráð og nakrar søgur frá ferðini hjá tveimum ungum fólkum, ið vóru tokferð runt í Evropa í ein mánaða í summar.
12.09.2013 - 12:15

 

Mia Haldursdóttir Smith og Fríði Paulason Hentze
info@roddin.fo


Ein góður ryggsekkur

Týdningarmikið er at seta pening í ein góðan ryggsekk við góðum ryggstuðla. Eitt, sum eg var sera glað um, var, at mín ryggsekkur hevði snarlás allan vegin runt sum á einum kufferti. Harvið slapp eg lættari framat botninum og slapp frá at stinga hondina í og vóna at finna sólbrillurnar, ella verri, at hála alt innihaldið úr mitt á tokstøðini.


Gullkorn til pakkilistan:

1. Fannybag. Hetta man vera eitt tað týdningarmesta á túrinum. Tú fert at líkjast einum røttum ferðafólki, men allar tínar dýrastu ognir (pass, ferðaseðil, pengar, fartelefon og myndatól) eru í einum tryggum stað.

 

2. Tað er alt ov lætt at pakka ov nógv. Um tú ferðast um summarið, gongur tú nógv í svimjiklæðum. Tær nýtist bert eitt par av langum buksum, leggings ella tjúkkum sokkabuksum, eina troyggju, ein kardigan, 1-2 pør av shorts, og nakrar t-shirts at skifta ímillum.
GG: Tá ið mann hevur so fá klæði við, er tað týdningarmikið, at øll klæðini hóska væl saman og eru úr stoffi, ið ikki rukkast ov lætt.


3. Eg hevði eisini nakrar summar kjólar við. Tað góða við kjólum er, at teir kunnu brúkast, tá tú ert á rundferð í býnum, og eisini tá tú skalt út at eta um kvøldarnar og vilt vera eitt sindur fínari.

 

4. Eitt par av sandalum og eitt par av praktiskum skóm.


5. Oyraproppar eru góðir at hava ella (og) hoyratelefonir at lurta eftir tónleiki við. Eg hevði hvørki av hesum við, og tað angraði eg, tá ið eg royndi at sovna á náttartokinum í ov nógvum gangi.

 

6. Ein góð bók (rættari fleiri). Tú kanst keypa bøkur í kioskum, men minst tó til, at tað ikki er allastaðni, tú finnur enskar bøkur. Eg fann eina bók eftir Nick Cave í Italia - hetta var eg bilsin av, tí at tey tosa so lítið av enskum. Tó fann eg einki serligt í hinum londunum.


7. Eitt regnslag ella eitt regnskjól. Hetta kann keypast bíliga í ymiskum handlum fyri ferðafólk

 

8. Hondreins! Tað er næstan líka týdningarmikið sum ein fannybag.

 

Les seinna partin av blogginum her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.