- Tíðindi, mentan og ítróttur
Interrail: Seinni partur
Lagt til rættis: Mia Haldursdóttir Smith
info@roddin.fo
Les fyrra partin av blogginum her!
Góð ráð, at hava við sær á ferðini
Ferðaseðil:
Tú kanst sum føroyingur/dani ikki ferðast við interrailferðaseðlinum úr Danmark, tí at hon kann ikki nýtast í tínum heimlandi. Tú kanst keypa ein eyka ferðaseðil til hetta.
Á interrailferðaseðlinum skalt tú, áðrenn tú fert í eitt tok, skriva hvørjari jarnbreytarstøð, tú fert frá, og hvørjari, tú stegðar á, og hvat klokkan, tú fert avstað. Minst til at hava ein penn við. Tað er týdningarmikið at skriva hetta niður, um tú ikki gert tað, kanst tú fáa eina bót, ella enn verri, missa ferðaseðilin.
Beinleiðis ferðir og náttartok:
Interrailferðaseðilin kann bert nýtast til lokal tok. Um tú vilt við einum beinleiðis toki, kann tað kosta tær eyka. Tá ið vit vóru í Frankaríki, keyptu vit okkum eina beinleiðis ferð úr París til Nice, hetta fyri at spara tíð. Ferðin tók um leið 5 tímar, heldur enn 18.
Tá vit ferðaðust úr Kroatia til Týsklands, keyptu vit okkum eitt kamar á náttartoki. Tað er smart at gera hetta í góðari tíð. Náttartok er eitt gott hugskot, um tú vilt njóta ein heilan dag á einum staði, ferðast um náttina og vakna í einum nýggjum landi. Tú kanst gjalda fyri eitt pláss saman við fremmandum fólki ella gjalda eitt sindur afturat fyri títt egna kamar.
Spyr eftir eini ferðaætlan:
Tað er eitt gott hugskot at fara til upplýsingina á eini tokstøð og fáa sær eina ferðaætlan, tá mann skal úr einum landi til eitt annað. Á ferðaætlanini stendur hvørjum toki, tú skalt við, hvørja jarnbreytarstøð, tú skalt á, hvussu ofta tú skalt skifta tok, hvar tú skalt stegða, og hvussu long bíðitíðin er. Eisini ber til at finna sær eina ferðaætlan sjálvur á alnótini via týska tokfelagnum DB.
Hotel og hostels:
Um tú fert inn á eitt hotel ella hostel og spyr eftir einum kamari, ber tað til at spara pengar, tí at vit upplivdu ofta, hetta at var bíligari enn at bíleggja kamarið á alnótini frammanundan. Vit fóru ofta inn í fleiri hotel at spyrja og bóru saman prísirnar. Tey bíligastu hotellini liggja inni í síðugøtunum.
Útleigarar:
Í summum londum, eitt nú Kroatia, kanst tú vera heldigur at hitta fólk á tokstøðunum, ið leiga teimum ferðandi bílig kømur og íbúðir Vit hittu eina kvinnu í Kroatia og komu at leiga eitt kamar frá henni í einum stórum húsum saman við tveimum øðrum ferðaløgum. Vit høvdu felagskøk, -stovu og -altan, og var hetta tætt við strondina. Afturat hesum var hon okkara sjafførur og ferðaleiðari, høvdu vit brúk fyri henni - og at enda eisini ein góð vinkona.
Innkeyp:
Tú sparir nógvar pengar, keypir tú inn í einum keypsamtøku, heldur enn at eta á matstovu hvørt kvøld.
Ein interrailferð er als ikki ein shoppingtúrur. Hvørt plagg er sum ein múrsteinur, sum tú skalt bera onkuntíð í tímavís. Um tú skalt keypa tínum kæru okkurt tinganest, eitur tað: jú minni jú betri. Ella tax free á flogvøllinum.
Tankar um túrin, upp og niðurtúrar
Mín fyrsti tanki á heimferðini var, at eg vil sleppa á interrail aftur. Næstu ferð kundi eg hugsa mær at flogið langt suðureftir og byrja tokferðina harfrá. Vit vóru í teimum tryggu, ríku londunum, og næstu ferð vil eg sleppa longur Eystureftir.
Amsterdam var upptúrurin hjá okkum báðum. Fyri meg, tí at býurin minnur meg um París, men har er meiri fliputt. Tað, mær dámdi best við býnum, var, at tey lokalu eru so blíð og tíma at tosa enskt. Eg kendi meg trygga, tá eg gekk úti um kvøldarnar, torført er at villast í býnum, og tað er skjótt at ganga allastaðni.
Í Italia var hvørki Milano ella Venedig tað, sum okkum dámdi best, men heldur tær smáu bygdirnar. Kanska er hetta, tí at eg kenni meg so trygga í lítlu Føroyum, ella er tað tí, at eg havi verið so ofta í Toscana, at eg kenni meg heima har. Náttúran er ótrúlig, mær dámar væl vøkru fjøllini og tær smølu gøturnar og gomlu húsini og ommurnar, ið sita í skugganum og gera hondarbeiði.
Tá vit vóru í Berlin var háárstíð. Vit angraðu, at vit ikki høvdu bílagt hostel frammanundan, tí at tað tók 6 tímar at leita. Hæddarpunktið í Berlin - bókstaviliga - var at eta á matstovuni í "Fernsehturm" 207 metrar yvir býnum, ímeðan gólvið undir okkum snaraði runt soleiðis, at vit sóu Berlin í 360°.
Ferðin var sum so ófyrireikað, og tað var júst tað, sum okkum dámdi best við henni. Tað er ein nøktandi kensla av frælsi at ferðast á henda hátt. Tað, at mann við einum ferðaseðli hevur møguleikan at fara við tokinum til París, Prag ella allan vegin til Istanbul, ger upplivingina serstaka!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |