125 ár síðan jólafundin í 1888

Mynd frá Airbnb.com
125 ár síðan jólafundin í 1888
Í gjár fyri 125 árum síðan var ein stórur dagur fyri tjóðskaparsinnaðir føroyingar. Jólafundurin í 1888 var byrjanin til føroysku mentanina og varðveitanina av føroyska málinum.
27.12.2013 - 19:45

Fyri 125 árum síðani var ein tann mest umráðandi og slóbrótandi fundurin í føroya søgu. Fundurin elvdi til nógvar broytingar, hann setti gongd á tjóðskaparkensluna og uttan hendan fundin, hevði tað nokk tikið væl longri tíð áðrenn føroyska mentanin av álvara vann fram. Og hvør veit, kanska hevði Føroyar verið ein donsk amt og føroyska málið verið deytt í dag, hevði tað ikki verið fyri fundin.

 

Hesin fundurin verður kallaður Jólafundurin, og varð hildin 26. desember í 1888. Endamálið við fundinum var, at føroyingar skuldu standa saman um føroyskar siðir og móðurmálið, so tað ikki doyði út. 

 

Mergjaðir og vælkendir menn sum Jóannes Patursson og Rasmus Effersøe luttóku á fundinum, og hin tá ungi og smædni Jóannes Patursson hevði yrkt eina yrking til høvið. Yrkingin er kend í dag og eitur "Nú er tann stundin komin til handa". Sjálvsagt handlaði yrkingin um at verja føroyska móðurmálið, og tað var Rasmus Effersøe, ið las hana upp.

 

Hetta var tað, ið varð samtykt á jólafundinum:

 

- Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega.

- Í søgufrálæruni eigur dentur at verða lagdur á Føroya søgu.

- Øll uttanatlæra á donskum í kristnikensluni skal burtur, í staðin skal tað lisna endurgevast á føroyskum.

- Prestarnir eiga at hava rætt til at nýta føroyskt mál innan og uttan kirkjugátt.

- Føroyskt mál eigur at fáa fullan rætt í øllum almennum viðurskiftum.

- Arbeitt eigur at verða fyri at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.

 

Góða viku seinni varð Føroyingafelag stovnað. Endamálið var tað sama í hesum felagnum, og m.a. var tað eina prinsippið hjá teimum at "fáa føroyingar til at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir". Hetta elvdi eisini seinni til tjóðskaparrørsluna, har føroyskur politikkur av álvara byrjaði í 1906 við Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum. 

 

Tí er 2. jóladagur ein stórur dagur fyri fleiri tjóðskaparsinnaðir føroyingar í dag, og nokk eisini fyri onnur, tí jólafundurin eigur jú stóran leiklut í dagsins føroyska máli og mentan.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.